Føroyingar keyptu jólamat ístaðin fyri jólastás

Hetta seinasta árið hava príshækkingarnar verið tær størstu í nógv ár og tað hevur stórar avleiðingar fyri ávísar handlar

 

 

Uppundir jól løgdu føroyingar nógv størri dent á at hava góðan mat á borðinum, enn nýggj klæðir á kroppinum. Tað sæst týðiliga, nú Hagstovan hevur gjørt søluna av ymsum vørum, upp.

 

Frá triðja til fjórða ársfjórðing í einum ári veksur søkan aloftast, tí fólk keypa til jóla. Og seinasta ár var heldur einki undantak, sigur Hagstovan.

 

Men kortini er støðan tann, at sum heild hevur jólasølan í fjør verið verri enn hon var í 2021.

 

Men uppgerðin hjá Hagstovuni vísir kortini, at hóast tað er prísurin á mati, sum er hækkaður mest, er tað serliga sølan av klæåum og skóm, sum er minkað.

 

Sostatt hava føroyingar heldur lagt dent á at hava góðan mat á jólum, heldur enn at keypa jólastás.

 

Hagstovan sigur at frá november 2021 til november í fjør var prísvøksturin 10,1 prosent. Hetta er størsti prísvøkstur í nógv ár, og tað hevur ávirka nýtsluna nógv.

 

Prísir á mati og drykkjuvørum hækkaðu samfull 13 prosent frá 4. ársfjórðingi í 2021 til 4. ársfjórðing í fjør. Men umsetningurin hjá handlunum vaks bara fýra prosent og tað merkir, at nýtslan er nógv minkað.

 

Hagstovan sigur, at í nøgd er nýtslan minkað átta prosent hetta árið frá 4. ársfjórðingi í 2021 til 4. ársfjórðing í fjør.

 

Prísirnir á húsbúnaði og húsarhaldsútgerð hækkaðu 13 prosent frá 4. ársfjórðingi í 2021 til 4. ársfjórðing í fjør, men í nøgd lækkaði sølan 12 prosent.

 

Søla av 'klædnavørum og skóm er eisini merkt av prísvøkstrinum í samfelagnum. Hóast prísurin á klædnavørum og skóm bert er hækkaður fýra prosent, er sølan í minkað fimm prosent í virði - og í nøgd er sølan minkað heili níggju prosent.

 

– Samanumtikið kann sigast, at prísvøksturin hevur verið størstur í bólkinum, sum eitur matur og drykkjuvørur, men kortini lækkaði sølan væl minni enn prísvøksturin var á hesum vørubólki.

 

Hinvegin hækkaðu prísir á klæðum og skóm ikki líka nógv sum á mati og drykkjuvørum. Men sølan á klæðum og skóm lækkaði nógv.

 

Hetta kundi bent á, at upp undir jól í fjør vildu føroyingar heldur hava góðan mat á borðið, enn jólastás á kroppin, sigur Hagstovan.