Føroyskt basalt á brúnni hjá Royal Greenland

- Tað eigur at vera eitt sindur serstakt hjá føroyskum navigatørum at síggja, at ein lítil partur av føroysku undirgrundini er við á ferðini.

 

Grønlendski rækjutrolarin, Akamalik, verður í 2025 skiftur út við ein nýggjan og meira nútímans trolara. Hetta er ein liður í nútímansgerðini hjá Royal Greenland av fiskiskipaflotanum hjá felagnum. 

Núverandi Akamalik, sum er frá 2001, verður skiftur út, tá nýggja skipið kemur í flotan, og nýggja skipið verður samstundis fimti nýbygningurin hjá felagnum í røðini.   

 

- Vit hava verið ógvuliga væl nøgdir við teir fýra trolararnar, sum eru komnir, Sisimiut, Avataq, Nataarnaq og Tuugaalik, og tí halda vit fram við samstarvinum við skipasmiðjuna, sigur framleiðslustjórin hjá Royal Greenland, Lars Nielsen.

 

Umborð á grønlendskum rækjuskipum og flakatrolarum eru nógvir føroyskir yvirmenn – eisini navigatørar, sum sjálvsagt hava sína dagligu gongd á brúnni.

 

Eitt sermerki við øllum teimum fýra umrøddu nýbygningunum hjá Royal Greenland er, at allar borðpláturnar á brúnni – tríggjar í tali á hvørjum skipi – eru úr Føroyum og úr føroyskum basalti. 

 

Tað var longu í januarmánaði í 2019, at teir á Føroya Grótvirki í Skopun, sum burturav arbeiða við føroyskum basalti, løgdu seinastu hond á nakrar hápoleraðar borðplátur, sum skuldu umborð á tveir stórar grønlendskar nýbygningar í Spania.

 

Borðpláturnar vórðu sendar niður til Spania og settar upp á brúnni á hesum báðum trolarunum. Í Skopun vóru teir errnir av at gerast ein pinkalítil partur av hesi stóru verkætlan hjá grønlendska stórreiðarínum.

Nú Royal Greenland hevur bygt fýra nýbygningar á skipasmiðjuni, Astilleos De Murueta, hevur grótvirkið í Skopun latið borðplátur til øll hesi skipini hjá felagnum. 

 

Nú Royal Greenland eisini hevur gjørt sáttmála um fimta skipið í røðini á somu skipasmiðju í Spania, væntar Høgni Tausen á Føroya Grótvirki í Skopun avgjørt, at teir fara at fáa enn ein sáttmála um borðplátur til nýggja skipið.

 

- Hetta er ikki nakað, vit gerast ríkir av, men tað er stuttligt hjá okkum at vera við í einari slíkari verkætlan. Tað eigur eisini at vera stuttligt - og eitt sindur serstakt - hjá føroyskum navigatørum og øðrum føroyingum umborð at vita og síggja, at ein lítil partur av føroysku undirgrundini er uppi á brúnni og soleiðis við á ferðini.

 

##med2##

 

Høgni Tausen vísir á, at borðpláturnar, sum teir higartil hava sent til Spania til nýbygningarnar hjá Royal Greenland, eru í trimum, og tilsamans viga pláturnar til hvørt skipið góð 500 pund.

 

- Tann eina plátan hevur hol, sum er skorið út til eitt lítið vask á brúnni, og hetta ger, at henda plátan er nakað veikari enn hinar báðar. Men, tað hevur gingið væl at senda borðpláturnar niður til Spania, og her hava eingi brot verið á vegnum. Plátan við holinum til vaskið hevur staðið í millum hinar báðar. 

 

Í VikuskiftisSosialinum í dag er ein størri grein um hesa serstøku veiting hjá Føroya Grótvirki til nýbygningar hjá Royal Greenland.