Føroyskt gull og silvur í fimleiki

Aron D. Jacobsen vann gull hjá monnum, meðan Mia Højgaard vann silvur hjá kvinnum í Inter Island Games í Álandi.

Skipað verður fyri Inter Island Games, tey árini fimleikur ikki er umboðaður á Oyggjaleikum. Í dag var kappast í FIG allround kappingini. Tá verður kappast á øllum amboðum – 6 hjá monnum og 4 hjá kvinnum. Vinnarin hevur samanlagt flest stig.

 

Aron vann sannførandi hjá monnum. Hann var nærum fýra stig framman fyri næsta íðkara. Hjálmar Dalsgarð endaði á fjóðra plássi bert 0,300 stig frá bronsuni. Bjarki Johannessen gjørdist nummar 5 hjá monnum.

 

##med2##

 

Mia Højgaard vann silvur hjá kvinnum. Meðan Astrid Nanley Breckmann endaði á fjóðra plássi bert 0,351 stig frá bronsuni.

 

Mikudagin kappaðust føroysku fimleikarnir í SET kappingini, og tá vunnu tey heili 8 gull heiðursmerki, 4 silvur heiðursmerki og 4 bronsu heiðursmerki, umframt vunnu mennirnir gull í liðkappingini, og kvinnurnar vunnu silvur. Marin Danielsen luttók í kappingini fyri juniorar, hon hevur samanlagt vunnið 5 gull heiðursmerki og tvey bronsu heiðursmerki.

 

##med3##

 

Í morgin vera finalurnar í einstøku amboðunum, og føroysku fimleikarnir hava vunnið sær pláss til nógvar finalur. Mia Højgaard hevur tryggjað sær pláss í øllum finalunum hjá kvinnum. Meðan Astrid Nanley Breckmann hevur vunnið sær pláss til finalurnar í lop, barr og gólv, og Gunnvá Mørkøre vann seg til finaluna í bita.

 

Hjá monnum tryggjaði Aron D. Jacobsen sær pláss í øllum finalunum undantikið lop. Fyri at tryggja sær pláss í lop finaluni, skal fimleikarin leypa tvey lop. Aron leyp bert eitt lop, tí verður hann ikki við í lop finaluni. Men tveir aðrir føroyingar hava longu tryggjað sær pláss í lop finaluni, Bjarki Johannessen og Teitur Karbech í Hjøllum. Bjarki Johannessen hevur eisini vunnið sær pláss í finaluni í rekk. Umframt hevur Hjálmar Dalsgarð tryggjað sær pláss í trimum finalum ávikavist í gólv, ringum og paralell barr, og Rókur Vestergaard hevur tryggjað sær pláss í finaluni í beinsveiggj.

 

Her sæst hvørjar kvinnur hava vunnið seg í finalurnar í ymisku amboðunum:

 

 

Lop

 
 

Barr

 
 

Biti

 
 

Gólv

 
 

Astrid

 
 

Astrid

 
 

Gunnvá

 
 

Astrid

 
 

Mia

 
 

Mia

 
 

Mia

 
 

Mia

 

 

Her sæst hvørjir menn hava vunnið seg í finalurnar í ymisku amboðunum:

 

 

Gólv

 
 

Beinsveiggj

 
 

Ringar

 
 

Lop

 
 

Paralell barr

 
 

Rekk

 
 

Aron

 
 

Aron

 
 

Aron

 
 

Bjarki J.

 
 

Aron

 
 

Aron

 
 

Hjálmar

 
 

Rókur

 
 

Hjálmar

 
 

Teitur

 
 

Hjálmar

 
 

Bjarki J.

 

Aron D. Jacobsen vann gull í allround kappingini hjá monnum

Mia Højgaard vann silvur í allround kappingini hjá kvinnum.