Føroyskt gullregn

Føroysku mennirnir vunnu nærum alt, sum vinnast kundi, tá kappast var í Inter Island Games í gjár.

Skipað verður fyri Inter Island Games tey árini fimleikur ikki er umboðaður á Oyggjaleikum. Hesaferð er kappingin í Álandi, og í gjár var føroyskt gullregn, tá føroysku mennirnir vunnu 13 av 18 møguligum heiðursmerkjum. Samanlagt vann føroyska liðið hjá monnunum eisini gull.

 

Aron D. Jacobsen vann heiðursmerki í øllum amboðum. Tað bleiv til fýra gull og tvey silvur heiðursmerki. Aron vann gull í gólv, beinsveiggj, ringum og paralell barr og silvur í lop og rekk.

 

Hjálmar Dalsgarð vann fýra heiðursmerki. Hann vann silvur í gólv og bronsu í ringum, lop og rekk. Rókur Vestergaard vann gull í beinsveiggj og lop, og Bjarki í Jákupsstovu vann bronsu í lop, meðan Bjarki Johannessen vann bronsu í beinsveiggi.

 

##med2##

 

Kvinnurnar stóðu seg eisini avbera væl og vunnu samanlagt silvur. Astrið Nanley Breckmann og Anna Sofía Bjarnastein vunnu báðar gull á gólv. Astrið og Anna Sofía fingu 11,700 stig hvør, og tí endaðu tær á einum deildum fyrsta plássi. Astrið Nanley Breckmann vann eisini silvur í lop. Hjá juniorum vann Marin Danielsen gull í barr og gólv og bronsu í lop.

 

Kappast verður aftur fríggjadagin og leygardagin.

 

Úrslitini síggjast her: https://live.sporteventsystems.se/Score/WebScore/2693?f=m3428