Fólk eru ikki forskrekt av Jenisi av Rana

Tíðirnar til koppseting verða skræddar burtur og eisini hjá teimum blaðungu er gravgangur eftir at verða koppsett fyri koronu

Fólk eru ikki blivin forskrekt eftir at Jenis av Rana, landsstýrismaður og lækni, alment sáddi iva um, hvussu trygt koppingarevni fyri koronu er. Samstundis kunngjørdi, hann fyribils fer hann ikki at lata seg koppseta av tí sama.

 

Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari í Sjúkrahúsverkinum, sigur, at tíðirnar til at verða koppsett, verða skræddar burtur, so tað er framvegis gravgangur eftir at verða koppsett.

 

Tá ið Jenis av Rana almannakunngjørdi sína støðu, var ein steðgur í koppingsetingini, men í gjárkvøldið kom nýggj sending av koppingarevni til Føroya. Týsdagin varð varð latið upp fyri at fólk í vandabólki kundu bíleggja tíð til koppseting og klokkan trý seinnapartin í gjár varð latið upp fyri almenninginum.

 

Tað, sum er serliga áhugavert, er, at nú eru allir aldursbólkar strikaðir, so nú kunnu øll yvir 16 ár bíleggja tíð at verða koppsett. Heilsumyndugleikarnir stúrdu fyri, at útsøgnin hjá Jenisi av Rana fór at fáa fólk at aftra seg, men so var ikki, tí tað er sannur gravgangur eftir at fáa tíð til koppseting.

 

Fróði Jacobsen sigur, at longu fimm minuttir áðrenn bíleggingin alment varð latin upp, var so stórt trýst á telduskipanini, at hon mest sum steðgaði upp. Hann sigur, at skipanin riggaði illa í góðar fýra tímar, so tað var ikki fyrr enn klokkan 19.30, at hon riggaði aftur, sum hon skuldi.

 

Hann sigur, at síðani tað bar til at bíleggja tíð týsdagin, hava sløk 7.000 fólk fingið tíð til koppseting nú klokkan níggju í morgun. Av teimum hava 4.000 fingið tíð til ta fyrru sproytuna. Tað merkir, at í morgun eru bara tíðir eftir á Tvøroyri, tí bæði í Havn og í Klaksvík, eru allar tíðirnar farnar.

 

Og hann leggur afturat, at fólk hava av álvara lagt nóg fyri. Fólk hava verið ótrúliga tolin, tí eisini hesar tímarnar, telduskipanin mestsum ikki riggaði, vóru tað kortini útvið 2.000 fólk, sum treiskaðust, og sum tað eydnaðist at fáa tíð.

 

– Sostatt bendir einki á, at útsøgnin hjá Jenisi av Rana hevur fingið fólk at aftra seg, sigur Fróði Jacobsen. Hann sigur, at nógv tey flestu av teimum, sum hava bílagt sær tíð í hesum umfari, eru fólk ímillum 16 og 44 ár.

 

Eisini hjá teimum heilt ungu er gravgangur eftir at fáa tíð at verða koppsett, tí eini 700 av teimum, sum hava fingið tíð, eru undir 20 ár. Annars er tað javnt býtt ímillum allar aldursbólkar ímillum 16 og 44 ár, sigur Fróði Jacobsen.