Fólk missa álitið á koronu-politikkinum hjá landsstýrinum

Fólk kunnu ikki longur taka tað í álvara, heldur løgtingsmaður – og aðrir tingmenn eru eisini ónøgdir

Fólk eru við at missa álitið á koronupolitikkinum hjá landsstýrinum. Tað heldur Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi. Men hann er ikki einsamallur um at finnast at koronupolitikkinum hjá landsstýrinum, tí hvørki Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, ella Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn, eru nøgdir við gongdina seinastu tíðina.

 

Tá ið Løgtingið umrøddi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, helt Bjarni Kárason Petersen, at korona-politikkurin hjá landsstýrinum hevur verið á einari leið – men tað hevur hann ikki verið í seinastuni. Hann heldur, at boðini úr Landsstýrinum hava verið alt ov ógreið og at Føroya fólk varð slept upp á fjall, tá ið festivalar máttu avlýsa, samstundis sum drotningavitjanin varð sum ætlað.

 

Høgni Hoydal hefti seg við, at ein landsstýrismaður gongur beint ímóti almenna korona-politikkinum hjá landsstýrinum. Hann sipar til, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, boðaði frá, at fyribils fór hann ikki at lata seg koppseta fyri koronu, hóast landsstýrið staðiliga heitir á øll um at lata seg koppseta.

 

Tað ger eisini sítt til, at fólkið missur álitið á korona-politikkinum, tí hvussu skulu fólk taka landsstýrið í álvara, spyr Høgni Hoydal. Hann sigur, at okkara stóra styrki undir allari koronu-kreppuni hevur verið, at vit hava staðið saman og hava bart koronu niður - ikki við lógum og forboðum, men við tilmælum.

 

Men hann heldur, at hesa seinastu tíðina eru vit nógv viknað, serliga heldur hann, at ungdómurin hevur mist álitið á landsstýrið. Ungdómurin skilur ikki meiningina í, at tey skuldu noyðast at offra tvey summur í sínum bestu ungdómsárum – samstundis sum at drotningavitjanin verður gjøgnumførd, sum ætlað.

 

Hann sigur, at hóast andstøðan ikki altíð hevur verið samd við landsstýrið, hava tey altíð stuðlað landsstýrinum og tá ið drotningavitjanin skuldi vera, heitti hann staðiliga á løgmann um at avlýsa hana, tí øll tiltøkini, sum ungdómurin hevði glett seg til, vóru avlýst.

 

Hann heldur, at hevði drotningavitjanin eisini verið avlýst, kundi tað eggja fólki til at tikið eitt felags tak fyri at bast koronu. Men ístaðin ríður álitið undan landsstýrinum, tá ið tey bera seg soleiðis at, og føra ein koronupolitikk, har tað mest verður hugsað um tey fáu og ikki um ta stóru fjøldina.

 

Í seinastuni hevur nógv verið frammi um, at stígur er komið í at koppseta fólk og Aksel V. Johannesen heldur, at støðan hjá Jenis av Rana kann vera ein orsøk til, at fólk aftra seg við at lata seg koppseta. Hann undrast eisini á, at Norðoyastevnan og aðrar stevnur, har nøkur hundrað fólk høvdu komið saman, vórðu avlýstar, men drotningavitjanin, har nógv fleiri fólk samlaðust, varð ikki avlýst.