Fólkaflokkurin vinnur og andstøðan fær meirilutan

Veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo vísir, at meirilutin koppar frá samgongu til andstøðu

 

Hóast Javnaðarflokkurin framvegis er størsti flokkur, so gongur Fólkaflokkurin nógv fram í veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo. Fólkaflokkurin fær í kanningini 23,2 prosent av atkvøðunum í mun til 18,9 á løgtingsvalinum fyri hálvum ári síðani. Tað gevur flokkinum 8 tingsessir, 2 fleiri enn á valinum.

Javnaðarflokkurin fær í kanningini 24,1 prosent, sum er 2,5 prosentstig minni enn á valinum 8. desember í fjør. Tað merkir, at flokkurin missir ein tingsess og fær 8.

Tjóðveldi og Sambandsflokkurin standa í stað við ávikavist 6 og 7 tingsessum. Sambandsflokkurin gongur eitt vet aftur í mun til valið, úr 20,0 til 19,4 prosent, og Tjóðveldi gongu fram, úr 17,7 prosentum til 18,9 prosent. Men tað broytir ikki tingfólkatalið hjá flokkunum.

Framsókn missir í kanningini 0,6 prosentstig, fer úr 7,5 til 6,9 prosent, sum merkir, at flokkurin missir triðja tingsessin og fær tveir. Miðflokkurin gongur aftur úr 6,6 til 5,4 prosentstig, men tað nervar heldur ikki tingmannatalið, og flokkurin fær tveir tingsessir. 

Tað stutta av tí langa er, at Fólkaflokkurin fær teir báðar tingsessirnar, sum Javnaðarflokkurin og Framsókn missa – og tað merkir eisini, at samgongan hevði mist meirilutan, um hendan veljarakanningin hevði verið valúrslitið, tí sitandi andstøða hevði fingið 18 tingsessir og samgongan 17.

##med2##

##med3##

 

Prosentbýtið í veljarakanningini, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið hjá portal.fo

Býtið av tingsessum í veljarakanningini, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið hjá portal.fo