Fólkaítakið fyri tjóðfundi

Nú eru nøkur ár síðani, at Fólkaítakið fyri tjóðfundi vendi sær til donsku stjórnina og ST við fleiri túsund undirskriftum fyri, at vit, sum búgva innan fyri okkara altjóða mark, fingu tann tjóðfund, sum vit hava rætt til. Vit hava mark til Noreg, Danmark, Stórabretland, Ísland og Kanada. Einki altjóða mark er millum okkum og Grønland, tí vit hava í 761 ár verið í sama ríki, sum í stødd er heimsins tólvtstørsta. Vit eru í ríkjasambandi við Danmark, og markið millum ríki í einum ríkjasambandi kann bert broytast við sáttmála millum stjórnirnar. Sambandssáttmálin sigur, at eins og Danmarkar ríki skal hava eina stjórn, skal okkara kongsríki eisini hava sína, og tær skulu vera javnlíkar.

 

Tað er tí okkara sólarklári rættur, at danska stjórnin ikki sýtir okkum tann tjóðfund, sum vit bóðu um.

 

Grundgeving stjórnarinnar var lygn. Hon segði, at Føroyar við heimastýrisskipanini 1948 vóru blivnar ein partur av Danmarkar ríki við tað, at vit tá høvdu góðkent at velja tvey umboð á danating. At føra slíkt fram sum grundgeving fyri, at eitt mark millum tvey sambandsríki er niðurlagt, er fólkarættarandsøgnarligt. Samstundis arbeiddi danska stjórnin í ST fyri at basa niður krav okkara, og tað hevur higartil eydnast henni.

 

Einasti flokkur, sum vil fáa okkum sjálvstýri, er Sjálvstýrisflokkurin.

 

Hetta eru stór tíðindi til tey túsundtals fólk, sum taka undir við Fólkaítakinum fyri tjóðfundi. Nú er endiliga ein flokkur, sum vil seta tað í verk, sum vit hava ynkst so innarliga: At vit fáa sjálvstýri.

 

Tað eru sanniliga spennandi tíðir fyri sjálvstýrisrørsluna!

 

 

 

Við sjálvstýriskvøðum

 

Zakarias Wang, valevni Sjálvstýrisfloksins  

 

 

 

Fyri meira kunning sí heimasíðu Sjálvstýrisfloksins á leinkjuni niðanfyri:

 

https://sjalvstyri.fo/index.php/2022/12/05/folkaitakid-fyri-tjodfundi/