Fólkatalið í Kanada vaks við meira enn einari miljón

Stjórnin í Kanada hevur eggjað fólki at koma til Kanada, tí tørvur er á arbeiðsmegi, eins og tey gomlu gerast fleiri og fleiri í mun til arbeiðsføra fólkið.

Eftir bara einum ári er fólkatalið í Kanada vaksið við meira enn einari miljón, og hetta er fyrstu ferð, at landið, sum nú hevur stívliga 39,5 miljónir íbúgvar, hevur havt ein so stóran fólkavøkstur.

 

Sambært hagtølum hjá Kanada, sum eitt nú BBC endurgevur, er fólkatalið vaksið úr 38.516.138 og uppí 39.566.248 eftir einum ári. Orsøkin til stóra vøksturin er, at fólk eru flutt til Kanada.

 

Stjórnin í Kanada hevur eggjað fólki at koma til Kanada, tí tørvur er á arbeiðsmegi, eins og tey gomlu gerast fleiri og fleiri í tali í mun til arbeiðsføra fólkið.

 

Soleiðis hevur landið eisini tikið ímóti stórum tali av flóttum úr eitt nú Sýrialandi, Afghanistan og Ukraina.

 

Forsætisráðharrin í Kanada, Justin Trudeau, hevur sagt, at landið bjóðar einari hálvari miljón fólkum at koma til Kanada um árið fram til endan av 2024. 

 

Í 2022 tók Kanada ímóti 437.000 tilflytarum, umframt 607.782, sum ikki eru komin at búgva permanent, og soleiðis vaks fólkatalið í Kanada við meira enn einari miljón eftir einum ári.