Fólkatalið í Ukraina er minkað við 10 milliónum

- Fólk eru flýdd undan krígnum, sigur Florence Bauer, leiðari fyri ST-stovn.

Síðan Russland leyp á Ukraina í februar 2022, er fólkatalið í landinum minkað við meira enn 10 milliónum.

 

Tað veit ein stovnur undir ST at siga, sum hevur við fólkatal í Eysturevropa og Miðasia at gera.

 

Leiðari fyri stovnin er Florence Bauer.

 

Hon sigur, at orsøkin til minkingina í fólkatalinum er, at fólk eru flýdd undan krígnum hesi árini.

 

- Haraftrat hevur minkingin í fólkatalinum gingið útyvi burðartíttleikan í Ukraina, leggur hon aftrat.

 

Tað er tíðindastovan, NTB, sum endurgevur Florence Bauer um minkandi fólkatalið í krígsherjaða landinum. 

 

Vit kunnu leggja aftrat, at fyri fáum árum síðan búðu 43,5 milliónir fólk í Ukraina.

 

##med2##

 

Florence Bauer sigur, at ukrainar eru flýddir, og harvið er burðartíttleikin eisini minkaður