Frá órøkt til valaverk

STS Smíð er stytting fyri frá skrott til slott. Jón Jacobsen, sum rekur fyritøkuna, greiðir frá, at STS Smíð ger alt vanligt timburarbeiði; so sum at skifta tekjur, klæða hús og smíða garðar.

Fyritøkan hevur nógvar ymiskar uppgávur um alt landið. Flestu uppgávurnar snúgva seg um umvælingar av sethúsum, men STS smíð veitir eisini arbeiði fyri almennar stovnar og privatar fyritøkur.

 

Fyritøkan hevur stívliga trý ár á bakið og hevur havt nógvar spennandi uppgávur um hendi. STS smíð leggur seg eftir at veita dygdargott arbeiði, sum verður tillagað til einstaka kundan.

 

Sum trygd veitir STS Smíð 10 ára garanti á øllum arbeiði.