Frælsar Føroyar – saman við Grønlandi

Nú kann henda at Trumpurin fer at fáa Grønland frælst frá Danmark.

Helst verður tað eitt frælst Grønland sum ger onkra avtalu við USA.

Hann rør uppundir at juridist er ivasamt hvørji rættindi Danmark hevur í Grønlandi.

Í gamla norska ríkinum vóru Grønland, Ísland og Føroyar.

Í 1814, aftaná kríggj var Noreg lati Svøríki sum krígsendurgjald meðan Ísland, Grønland og Føroyar vóru hoyrandi til Danmark.

Í 1906 lat Svøríki Norra frælsi.

Í 1918 fekk Ísland fullveldi, fyri síðani í 1944 at gerast Lýðveldi.

Sostatt eru nú bara Grønland og Føroyar eftir av Norska ríkinum.

Vit eiga tí at halda saman við Grønlandi í hesum døgum og arbeiða fram til at fáa tjóðarfrælsi!

Síðani eiga londini at vera fræls, hvørt í sínum lagi og hava felags uttanríkispolitik og umboðan-

Vit høvdu verið, í vavi, ein munandi partur av Norðurhálvuni, og høvdu kanska fingið góðar treytir frá USA.

Men eg haldi ikki at vit treytaleyst lata USA spæla ”verðinspoliti” við okkum sum bumbuføði.

Vit eiga heldur at manna støðirnar sjálvi og selja upplýsingarnar til allar partar. USA, Rusland og Kina.

Verða uttanveltaði og hava frælsi til at handla við øll lond.

Nógv fólk vilja at Føroyar gerst frítt land. Hesi eru í øllum flokkum, sum onkur kanning hevur víst.

Vit hava alt ov leingi veri eitt danskt hjáland!

 

Gott nýggjár!

Hanus Poulsson Vang