Maður ákoyrdur á landsvegi í Vágum

Ein ferðamaður varð í gjárkvøldið ákoyrdur av einum bili á landsvegnum við Hotel Vágar

Tað var um 11 tíðina í gjárkvøldið, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at ein maður var ákoyrdur á landsevnum við Hotel Vágar í Vágum. Vaktleiaðrin á politistøðini greiðir frá, at í fyrstu syftu ljóði hetta so álvarsamt, men tá sjúkrabilur kom á staðið, og maðurin varð kannaður, vísti tað seg, at hann tíbetur bara hevði fingið nakrar smásnuddir.

Hann gekk á landsvegnum við Hotel Vágar, tá ein bilur kom koyrandi. Tað var myrkt, og maðurin var í myrkum klæðum, so bilførarin varnaðist ikki mannin, fyrr enn ov seint var. Hann hevði tó sneitt uttan um mannin, soleiðis at hann ikki rendi beint á hann, men líkasum streyfaði mannin, sum fór um koll.

– Bilførarin fekk ein ordiliga skelk, men tað var tíbetur ikki so álvasligt, sigur vaktleiðarin á politstøðini í Havn.

Hann sigur, at nú verður frágreiðing skrivað, og so veldst tað um umstøðurnar, hvat víðari skal henda í málinum, og um tað kanska verður reist ákæra ímóti bilføraranum. Hann vísir á, at ein bilførari altíðs skal tryggja sær, at hann ikki koyrir á fólk, sum ganga á vegnum. Sjálvt um maðurin var í myrkum klæðum og sjálvt um hann ikki hevði endurskyn.