Um fáar tímar lata dyrnar upp á valhølunum, og avgerðin skal takast um framtíð Føroya. Tað eru vit føroyingar, ið eiga hetta landið, og er tað tí okkara skylda at taka ábyrgd av landi okkara og taka okkum av nútíðar og framtíðar avbjóðingum. Tað eru vit, sum kenna náttúruna, fjøllini, høvini og fólkið, ið her býr,og tí eru tað bert vit føroyingar, ið skulu taka avgerðir Føroya vegna. Ongin annar ger tað betur enn vit sjálvi, vit føroya fólk, sum hava hjartað fyri Føroyum. Niðanfyri eru nøkur av mínum framtíðar hjartamálum:
- Sjálvberandi búskap: Fíggjarligt haldføri er størsta fortreytin fyri øktari vælferð í Føroyum. Vit eiga tí at føra ein skynsaman fíggjarpolitikk, har langtíðar ætlanir verða lagdar fyri íløgur, rakstur og inntøkur, soleiðis at ráðini eru til at gera Føroyar fíggjarliga óheftar,at vit megna at fíggja okkara kjarnuvælferð og stuðla føroysku familjuni, sum í hesum døgum er undir fíggjarligum trýsti.
- Uttanríkispolitikkur: Vit skulu betra um okkara handilsavtalur við ES, sum kunnu geva føroyskum vørum betri marknaðaratgongd,og vit eiga at tryggja, at vørur úr Ìslandi og ES ikki verða dumpaðar inn á føroyska marknaðin, sum er ein bági fyri føroyskar framleiddar vørur. Vit skulu tryggja føroyskan limaskap í altjóða handilssfelagskapinum WTO, har føroyingar sita við samráðingarborðið. Vit skulu tryggja, at loftrúmið verður føroyskt, soleiðis at Føroyar fáa tær 200 mió árliga, sum vit av røttum eiga.
- Vinnupolitikkur: Fiskatilfeingið skal virðisøkjast, soleiðis at vit fáa meiri burturúr okkara fiskatilfeingi. Vit skulu eggja til innovatión og nýhugsan í øllum liðum innan fiskivinnu og vinnu sum heild.
- Ferðavinnan: Vit skulu leggja dent á eina burðardygga ferðavinnu, sum bæði er fíggjarliga, sosialt og umhvørvisliga burðardygg. Her er vinnuferðavinnan avgerðandi, har dentur verður lagdur á ráðstevnur, fundir og altjóða ítróttarkappingar, og við nýggju Føroya Arena, eru karmarnir lagdir til hetta slagið av ferðandi.
- Ùtbúgving: Ùtbúgving er lykilin til vitan og menning. Vit skulu tryggja, at Fróðskaparsetur Føroya verður endaliga góðkent sum altjóða universitet sambært Bologne avtaluni. Vit skulu fara undir at byggja eitt nýtt campus og seta okkum sum mál, at í 2030 eru 3000 lesandi í Føroyum. Læknaútbúgving skal setast á í gongd í samstarvi við landssjúkrahúsið.
- Mentan: Mentanin og listin er sjálvur hjartaslátturin í samfelagnum, og skal tí aldrinn bindast niður av politiskum máttloysi. Vit skulu til eina hvørja tíð tryggja mentanini fríar karmar og ikki dyngja hana undir í mvg og avgjøldum. Vit skulu styrkja mentanini í breiðastu merking eina lopfjøl út í heim og styrkja hennara menning í eisini at vinna onnur hjørtu úti í heimi.
- Orkumál: Føroyar eru vælsignaðar við varandi oruku, vindi, vatni og sjógvi. Vit skulu gera okkum óheft av oljuni og harvið hækkandi oljuprísum og gera Føroyar til eitt CO2 neutralt øki í Norðuratlantshavni. Hetta er bæði við til at tryggja kappingarførið, marknaðarføringini av Føroyum sum ferðavinnuland og góðskutryggja føroyskar vørur. Vit skulu tryggja øllum, at tey hava møguleika at vera við í orkuumleggingini, og tí skulu stuðulsskipanir setast í verk.
- Kjarnuvælferðin skal loysast: Onki samfelag hongur saman um kjarnuvælferðin ikki virkar. I løtuni eru stórar avbjóðingar við troti av starvfólkum innan eldraøkið, dagstovnaøkið og heilsuøkið. Heili 700 starvfólk koma at mangla í tey komandi 10 árini. Hetta er okkara fremsta uppgáva at loysa. Løn undir útbúgving eigur at tryggjast í samráð við avvarðandi fakfeløg, og arbeiðsvikan eigur at styttast niður í 37 timar og normeringin skal hækka. Vælferðarøkini eiga eisini at fáa lut í vælferðini og ikki bara tryggja hana. Vit eiga somuleiðis at arbeiða meiri fyribyrgjandi við sjóneyku á rehabilitering, og øll undir 67 skulu tryggjast nøktandi rehabilitering kring alt landið, soleiðis at okkara borgarar gerast aftur arbeiðsførir ella at megna gerandisdagin.
- Borgarar við serligum avbjóðingum: 200 bústaðir skulu byggjast komandi árini til fólk við serligum avbjóðingum, og vit skulu tryggja teimum ein innihaldsríkan gerandisdag við frítíðartilboðum.
- Okkara eldru: Markið fyri mótrokning skal í minsta lagi tvífaldast úr 45 tús upp í 90 tús. Tað skal loysa seg at arbeiða hjá okkara eldru um hugur framvegis er at vera á arbeiðsmarknaðinum. Vit hava brúk fyri okkara eldru.
- Føroyska familjan: Hækkandi prísstøðið og kostnaðarstøði, hækkandi rentan, hækkandi oljuprísir v.m. tyngja føroysku familjuna. Hetta krevur nýggjar og øðrvísi loysnir. Skattalætti skal veitast til lág og miðallønt, soleiðis at vit leggja eitt trygdarnet undir føroysku familjuna, so hon kann koma trygt ígjøgnum avbjóðandi tiðir. Bústaðurin er størsta íløgan, men eisini størsta útreiðslan hjá mongum familjum, og tí skal ferð setast á bústaðarbyggingina, so vit nøkta tørvin á bústøðum til allar borgarar i landinum.
Her eru bert nøkur av teimum hjartamálum, ið undirritaða hevur ført fram undir valstríðnum, og sum eg meti eru avgerðandi at loysa í komandi tíðum.
Eg fari at ynskja øllum eitt gott val og eini gleðilig jól
Annika Olsen, valevni hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið 8 des.