Friðarkonsertin tekur støði í friðargonguni, sum varð hildin fyri góðum hálvum ári síðani.
Endamálið við friðarkonsertini er – eins og tað var við friðargonguni – at varpa ljós á friðartilgongdir og vápnaavdubbing, heldur enn kríggj og vápnadubbing í krígsraktu økjunum.
Luttakandi tónleikarar verða Rani Nolsøe, Martin Joensen, Jens Marni Hansen, Herborg Torkilsdóttir og Magni Christiansen.
Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard perspektivera vápnadubbing mótsett ávíkavist friðartilgongdum og fátækradømi.
Kríggini halda áfram við ótálmaðari megi og hótta nú av álvara heimsfriðin samanhildið við ein alsamt harðari orðaleik og polarisering, har fólkasløg verða sett upp ímóti hvør øðrum við fígginda- heldur enn vinamyndum.
Enn røkist tíverri einki fyri friði. Fleiri túsund sivilir borgarar og herfólk hava latið lív, síðani kríggini byrjaðu. Kríggj kunnu elva til fólkamorð, sum Holocaust dagurin minnir okkum á ikki má henda aftur.
Friðarkonsertin er, eins og friðargongan var, politiskt óheft eisini við tí endamáli at sameina og samansjóða fólk við ymiskum sjónarmiðum viðvíkjandi kríggjunum í Ukraina og Miðeystri.
Um nakar so kann tónleikurin sameina fólk og fólkasløg; tí er tað við vónini um góða undirtøku í sambandi við friðarkonsertina 17. januar, har tað ikki er avgerandi, hvørja átrúnaðarliga og/ella politiska støðu hvør einstakur hevur til viðurskiftini í krígsraktu økjunum.
Við friðarkonsertini vilja vit í felag vísa á týdningin, at friðartilgongdir verða settar í verk skjótast gjørligt, soleiðis at fólkini í Ukraina, Russlandi, Ísrael og Palestina fáa loyvi til at liva í friði uttan kríggj.
Fólk eru vælkomin at hava ljós við sær í sambandi við friðarkonsertina, har ljósið ímyndar eina vón um frið í teimum londum, har kríggj, yvirgangur og ófriður valdar:
Røddir tagna av vápnum
men
tey kunnu tagna av røddum
um
tær menta og virða
hvørja aðra
meira enn vápnið
Hoyvík, 7. januar 2025
Henrik Weihe Joensen, fyriskipari av friðarkonsertini