Fulla tíð á fólkatingi

Velur tú Javnaðarflokkin, velur tú eitt virkið og sjónligt fólkatingsumboð. Tú kanst hava álit á, at vit røkja sessin fulla tíð. Tað hevur týdning. Hví velja onkran, sum er kvartur ella hálvur á fólkatingi - og ikki tekur sessin í álvara?

 

Tá eitt umboð er fulla tíð á fólkatingi, so ber til at fáa nógv úrslit.

 

Tað kann til dømis vera at hjálpa lokalum føroyskum verkætlanum, sum ikki bera á mál í politisku skipanini í Føroyum. At upplýsa um føroysk viðurskifti við frágreiðingum og ráðstevnum. Ella at loysa avbjóðingar hjá føroyingum, sum eru komnir í klemmu í Danmark. 

Uppgávurnar eru nógvar. Men tað er eisini týdningarmikið, at vit ikki draga føroyskar ósemjur niður á fólkating. Tað kann henda, um eitt umboð situr í fleiri støðum í senn. Tí eru vit greið: Antin situr tú bara á fólkatingi – ella situr tú ikki á fólkatingi.

 

Tað eru ikki allir flokkar, sum siga hetta. Men tað ger Javnaðarflokkurin. Vel eitt virkið og sjónligt fólkatingsumboð 31. oktober.

 

Barbara Gaardlykke Apol,

 

fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin