Fýra frystilínuskip eru á fjarleiðum

- Streymurin verður harður, men veðrið verður gott fyri tað mesta

Í løtuni er einki ísfiskalínuskip til fiskiskap, men ístaðin eru fleiri frystilínuskip úti.

 

- Trý frystilínuskip eru í Eysturgrønlandi, eitt er á Flemish Kap, og fimm fiska undir Føroyum.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

- Streymurin verður harður, men veðrið verður gott fyri tað mesta.

 

Roknað verður tískil við, at nakað verður av útróðri í næstu viku.