Fýra smábørn særd í kníválopi í Frankaríki

Fýra børn um trý ára aldur eru særd í kníválopi í Frankaríki. Trý eru í lívsvanda, upplýsir løgreglan sambært Reuters

 

Fýra børn og ein vaksin eru særd í einum kníválopi, sum varð framt í eini lund nærindis Annecy-vatninum í fronsku alpunum. Maðurin, sum verður hildin at hava fram illgerðina, er handtikin (Arkivfoto). - Foto: Lionel Cironneau/Ritzau Scanpix

Fýra børn og ein vaksin eru særd í kníválopi, sum varð framt í morgun í franska alpubýnum Annecy.

Hjá trimum børnum er støðan hættislig.

Tað upplýsir franska løgreglan fyri tíðindastovuni Reuters.

Børnini eru um trý ára aldur.

Tað eru í morgun fleiri frásagnir um talið av særdum. Løgreglan boðaði fyrr í morgun frá, at átta børn vóru særd.

Álopið varð framt umleið klokkan 9:45 í eini lund, har børnini spældu. Tað siga løgreglukeldur og ein embætismaður á staðnum við fronsku tíðindastovuna AFP.

Lundin, har álopið fór fram, er við Annecy-vatnið.

Illgerðarmaðurin er »handtikin takkað verið løgregluni, sum var skjót á staðnum«, skrivar franski innanríkisráðharrin, Gérald Darmanin, á Twitter.

Ein ónevnd kelda í fronsku løgregluni sigur við tíðindastovuna AFP, at illgerðarmaðurin hevur upplýst løgregluni, at hann er asylsøkjari úr Sýria.

Keldan leggur afturat, at løgreglan enn ikki hevur váttað samleikan hjá manninum.

Eisini franska sjónvarpsstøðin BFMTV sigur, at illgerðarmaðurin er sýriskur asylsøkjari. Sjónvarpsstøðin nevnir ikki, hvaðani hon hevur upplýsingarnar.

Forsætisráðfrúan Elisabeth Borne er á veg á staðið, upplýsir skrivstova hennara. Eisini forsetin, Emmanuel Macron fylgir støðuni, sigur skrivstova hansara.

Í franska tjóðartinginum var í morgun hildin tøgn í ein minutt, tá tíðindini um kníválopið frættust.

Annecy er í fronsku alpunum umleið 100 kilometrar eystan fyri stórbýin Lyon.

/ritzau/

 

 

Fýra børn og ein vaksin eru særd í einum kníválopi, sum varð framt í eini lund nærindis Annecy-vatninum í fronsku alpunum. Maðurin, sum verður hildin at hava fram illgerðina, er handtikin (Arkivfoto). - Foto: Lionel Cironneau/Ritzau Scanpix