Fýra trolbátar landa fyrst í hesi vikuni

- Trolbátarnir fiska tosk og hýsu og teir fáa eisini nakað av flatfiski. Allir koma inn at landa í vikuni

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, men fiskiskapurin er misjavnur.

 

Av djúpvatnstolarunum eru tríggir frystitrolarar til fiskiskap, og teir eru allir á Íslandsrygginum.

 

- Væntandi koma tveir - ella møguiga tríggir - inn at landa í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Av teimum smáu trolbátunum eru fimm til fiskiskap í løtuni. Teir fiska tosk og hýsu og fáa eisini nakað av flatfiski.

 

- Fýra trolbátar koma væntandi inn at landa fyrst í hesi vikuni, og hin seinasti kemur helst síðst í vikuni.

 

Lagt verður aftrat, at trý garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava brúkiligan fiskiskap og koma øll inn at landa síðst í vikuni.