Fyritøkur eiga IKKI at rinda KVF-gjald

Tí er alneyðugt at avtaka KVF-gjaldið hjá fyritøkum – í øllum førum hjá teimum, ið hava ein umsetning undir 4 milliónir. Tí tá ið vit eru til arbeiðis, so arbeiða vit.

 

Tey, ið eiga fyritøkur, og sita ikki og lurt eftir útvarpinum, tá ið tey arbeiða.

 

Hví skal ein fyritøka rinda fyri nakað, hon ikki nýtir.

 

Men tað er ikki tað ringasta ... um fyritøkan stendur í vøkstri, so vaksur KVF-gjaldið hjá eisini, og tað gevur als onga meining. Starvsfólkini rinda øll KVF-gjald. Tað skuldi verið nóg mikið!

 

Men tað gerst enn verri ... tey, ið eiga fleiri fyritøkur, skulu rinda KVF-gjald fyri allar sínar fyritøkur. Hetta má og skal steðgast.

 

Ólavur í Geil

Valevni fyri Miðflokkin