Hvalaveiðimaður: Aktivistar hjá Watson settu lív í vanda

Paul Watson noktar seg sekan í ákærunum úr Japan. Í morgin er rættarfundur um varðhaldsfongsling hansara í Grønlandi.

Tað var heppið, at eingin doyði í einum samanstoyti millum japansk hvalaveiðuskip og aktivistar frá fyrrverandi felagsskapinum hjá Paul Watson, Sea Shepherd, í Antarktis í 2010.

Tað sigur ein japanskur fyrrverandi hvalaveiðimaður í samrøðu við fronsku tíðindastovuna AFP.

73 ára gamli umhvørvisstríðsmaðurin Paul Watson er fongslaður í Grønlandi, tí Japan vil hava hann útflýggjaðan grundað á hendingina í 2010.

Watson er ákærdur í málinum um at hava gjørt skaða á hvalaveiðiskip og at hava viðvirkað til, at ein persónur fekk skaða. Hann noktar seg sekan.

Nú klokkan klokkan 11 byrjar rættarfundur viðvíkjandi framhaldandi varðhaldsfongsling hansara í Grønlandi.

- Skipið hjá Sea Shepherd sigldi á hvalaveiðiskipið "Shonan Maru 2" og sakk. Eingin doyði, men eg haldi, at tað var nær við, sigur 54 ára gamli fyrrverandi hvalaveiðumaðurin Shintaro Takeda við AFP.

Í dag arbeiðir Takeda hjá japansku hvalaveiðifyritøkuni Kyodo Senpaku.

Sea Shepherd hevur sagt, at tað vóru japansku skipini, sum fleiri ferðir sigldu inn í teirra skip.

Japanska stjórnin hevur ikki sagt nógv um málið um Watson, men hevur váttað, at landið vil hava Paul Watson útflýggjaðan, og at tað er upp til Danmark at taka eina avgerð.

Advokatarnir hjá Paul Watson hava sagt, at teir hava videotilfar, sum prógvar, at eingin sannleiki er í ákæruni um, at Paul Watson hjálpti til at skaða ein annan persón.

Talan er um videoklipp úr sendingini "Hvalastríð", sum varð send á Animal Planet í august 2010.

Innslagið er aftur frá februar 2010, tá nýsælendski aktivisturin Pete Bethune kastaði eina stinkbumbu eftir japanska hvalaveiðiskipinum úr einum gummibáti. Watson var ikki sjálvur við bátinum, men hann er skuldsettur fyri at vera samsekur.

Pete Bethune varð handtikin og ákærdur í Japan eftir hendingina. Hann varð dømdur fyri somu ákærur, sum Watson er skuldsettur fyri.

Í málinum móti Pete Bethune kom japanski dómstólurin fram til, at manning á japanska hvalaveiðuskipinum stóð á ovara dekkinum á skipinum, tá stinkbumban rakti. Í hesum sambandi fekk hann smørsýru á seg sjálvan og bruna á andlitið, hevur Julie Stage, sum er millum verjarnar hjá Watson, upplýst.

- Vit hava tó funnið videotilfar frá, tá stinkbumban varð kastað.

- Á videobrotinum sæst, at eingin er á skipsins "ovara dekki", soleiðis sum dómstólurin er komin til, sigur Julie Stage.

Verjarnir fingu ikki loyvi at spæla videolagið á einum fyrri rættarfundi um varðhaldsrættarmálið hjá Watson 15. august.

Paul Watson er ikki longur partur av Sea Shepherd. Í dag hevur hann felagsskapin Captain Paul Watson Foundation.

 

/ritzau/