Kaj Leo Holm Johannesen er føddur 28. august 1964. Hann er uppvaksin og býr í Havn. Kaj Leo er útbúgvin skipsførari.
Kaj Leo var formaður í Sambandsflokkinum í tíðarskeiðnum 2004 til 2015. Hann sat sum løgmaður frá 2008 til 2015, har hann m.a. leiddi við hepnari hond landið gjøgnum búskaparkreppuna.
Kaj Leo var sera sjónligur á uttanríkispolitiska pallinum og var við at gera tvær avtalur vegna Føroyar í Arktiska ráðnum, eina í Nuuk í Grønlandi um leiting og bjarging, og hina í Kiruna í Svøríki um burðadygga menning og fyribyrgjan av oljudálking.
Hann var vegna Føroyar í stórum stríði við Danmark/ ES um okkara rætt til størri pelagiskt tilfeingi. Vegna Føroyar gjørdi Kaj Leo eisini handilsavtalu við Turkaland.
Í síni tíð sum løgmaður fekk Kaj Leo stóra virðing frá danska uttanríkisráðnum og frá donskum forsætisráðharrum.
Kaj Leo var formaður í HB og varð við sínum royndum, bæði politiskt og ítróttarliga valdur í ECA - ein europeisk fótbóltsnevnd, har umboð fyri tey stóru fótbóltsfeløgini í Europa eisini luttaka.
- Eg brenni fyri m.a., hvussu Ríkisfelagsskapurin kann nútímansgerast, har Føroyar kunnu fáa størri ávirkan í altjóða høpi og hvussu vit kunnu beina burtur markaforðingar millum londini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.