Fyrsta FM-finalan í Polestar-deildini á Giljanesi mikukvøldið

Mjølnir, sum vann føroyameistaraheitið í 2024 eftir gullsett í dramatiskari finalu ímóti SÍ.

Polestar-deildin (menn):

 

Mikukvøldið kl. 19 verður fyrsta FM-finalan millum SÍ og Mjølnir spæld í ítróttarhøllini á Giljanesi, sum SÍ brúkar sum heimavøll í finalunum, tí lítla høllin í Sørvági ikki er góðkend til finalur.

Fríggjakvøldið verður so onnur finalan spæld í Klaksvík. Hava liðini tá vunnið hvør sína finalu – sama hvat settmunurin er – verður ein triðja og avgerandi finala spæld á heimavøllinum hjá SÍ, sum eigur tann fyrimunin, tí SÍ var nummar eitt í sjálvari landskappingni.

Sostatt er leisturin, sum spældur verður eftir, broyttur, samanborið við, hvussu spælt hevur verið síðani 2016, tá meistaraheitið varð avgjørt við einum gullsetti upp í 15, um liðini høvdu vunnið hvør sína finalu.

 

Nú er leisturin nærri honum, sum brúktur var frá fyrstu finalunum í 2010, tá eisini varð spælt best av trimum dystum. Tey seks árini hendi tað tvær ferðir, at neyðugt varð við einari triðju finalu; í 2015, tá TB vann triðja finaludystin 3-0 á Drátti í kvinnudeildini, og so fyrstu ferð FM-finalur vórðu spældar í flogbólti í 2010, tá menninir hjá SÍ vunnu triðja finaludystin 3-0 á Mjølni, eftir at bæði liðini høvdu vunnið hvør sín dyst 3-2.   

Men fáa vit so sama spenning aftur hesa ferð, sum vit fingu í 2010?

Við úrslitunum í ár í huga, so halda tey flestu, sum halda seg hava skil fyri flogbólti, at SÍ er favorittur at gerast føroyameistari hesa ferð, tí SÍ hevur vunnið tríggjar av teimum fýra dystunum teirra millum í landskappingini. Mjølnir vann tann eina dystin 3-2 í Klaksvík, men hinar tríggjar dystirnar vann SÍ 3-0.

Phil Freere úr Mjølni viðgekk eisini fyri 3-2 í Kringvarpinum, at SÍ væl og virðiliga hevði verið besta liðið í kappingini, men vísti kortini á, at í lítlu høllin í Sørvági fekk Mjølnir ikki nyttu úr góðu hoppservunum, liðið hevur, og at tær kundu fara at gera Mjølnir meira kappingarført í stóru høllini á Giljanesi.

Mjølnir hevur annars verið føroyameistari seinastu seks árini, men í fjør var um reppið, at meistaraheitið ikki endaði í Sørvági, men Mjølnir vann gullsettið 15-9. So er spurningurin um SÍ hesa ferð megnar at koppa Mjølni av trónuni. SÍ hevur ikki verið føroyameistari síðan 2017.

FM-finalur 2025 í Polestar-deildini:

 

1. FM-finala: SÍ - Mjølnir

Mikudagin 19. mars kl. 19:00 á Giljanesi

 

2. FM-finala: Mjølnir – SÍ

Fríggjadagin 21. mars kl. 19:30 í Badmintonhøllini í Klaksvík

Vinna liðini hvør sín dyst - sama hvat settmunurin er - verður triði og avgerandi finaludysturin spældur á Giljanesi. Dagfesting verður ásett seinni.

 

 

 

Mjølnir, sum vann føroyameistaraheitið í 2024 eftir gullsett í dramatiskari finalu ímóti SÍ.