Víkingur hevur Tórsvøll sum heimavøll, tá ið teir í kvøld hitta Europa FC í Conference League kappingini í Evropa.
Víkingur er sum felag frá 2008 og hevur luttikið ofta við góðum úrslitum í evropeislum kappingum, men síðani 2019 hava teir ikki verið í Evropa.
Jóhan Petur Poulsen er venjari hjá felagnum, og hjá honum er hetta fyrstu ferð sum venjari, at hann skal royna seg í eini slíkari kapping.
Víkingur boðar frá, at børn millum 0-17 sleppa ókeypis til dystin, men tey skulu fáa sær eitt atgongumerki kortini, tí øll skulu skrásetast.
Atgongumerki kunnu keypast á netinum á eini leinkju sum finst á Facebook-síðuni hjá felagnum.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19.