Gera klárt at flyta herfólk millum Noreg, Svøríki og Finnland

Noreg, Svøríki og Finnland eru samd um at skipa ein hernaðarligan flutningsveg ígjøgnum Norðurnoreg, Svøríki og Finnland.

Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri í Noreg, hevur boðið starvsfeløgunum úr Svøríki og Finnlandi á fund. - Foto: Jan Langhaug/Reuters

Endamálið er, at herfólk skjótt skulu kunnu flytast úr norskum havnum til Svøríki og Finnland.

Tað sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, við norsku tíðindastovuni NTB.

Hann hevur í gjár og í dag hildið verjupolitiskan fund við starvsfelagarnar úr Svøríki og Finnlandi.

 

 

Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri í Noreg, hevur boðið starvsfeløgunum úr Svøríki og Finnlandi á fund. - Foto: Jan Langhaug/Reuters