Her eru brot úr røðuni, ið Elsa Berg, borgarstjóri, helt fyri Jónu.
- Góða Jóna
Tað má vera nakað heilt serligt at runda 100 ár, tí tað er bert fáum tað unnast at røkka so høgan aldur.
Tað er mær ein stórur heiður at heilsa tygum og vegna Tórshavnar kommunu og eisini egna vegna at ynskja tygum hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum.
Tíðin, vit fáa, er dýrabær, og ofta verður tikið til, at vit skulu finna gleðina í lívinum, vit fáa, saman við øðrum.
Og tað tykist sum um, at tað eru tíni kæru og í umsorganini fyri øðrum, at tygum hava funnið gleðina.
***
Góða Jóna,
Líka síðan tygum vórðu fødd hava tygum havt kær rundan um tygum. Tygum er sætta barnið hjá Oluffu F. Hansen úr Havn og Haraldi Gaard úr Oyndarfirði. Tá tey á Klaksvíkar sjúkrahúsi spurdu mammu tína, hvussu tygum nú skuldu eita, so var kanska ikki so lætt at finna eitt navn, tí mamma tygara helt, at nú vóru tey liðug at kalla upp. Men á sjúkrahúsinum var ein lækni, ein jarðarmóður og ein sjúkrasystur til staðar. So tey spurdu mammu tygara, hví hon ikki kallaði tey upp.
##med2##
Tað gjørdi hon, og soleiðis fingu tygum navnið Jóna Apolonia Marjun Gaard.
Jóna eftir læknanum. Joen Zachariasen úr Fugloy.
Apolonia eftir jarðamóðurini Apoloniu slekta av Biskupstøð í Klaksvík.
Marjun eftir sjúkrasystrini Mariu úr Fuglafirði.
***
Hóast tygum eru sætta barnið í røðini, so gjørdist tygum ikki tann yngsta. Aftaná komu Hansa og Heini, og tilsamans vórðu tit átta.
Hans Jóhannes, Anna, Ingrid, Mia, Malla, Jóna, Hansa og Heini.
Í dag eru bara tygum eftir av systkjunum.
***
Í 1948 giftust tygum við Edvardi úr Kinn úr Oyndarfirði, og navnið “Gaard” bleiv til “Hammer”. Tit vóru verandi í Oyndarfirði, og fingu børnini Kirstin og Jógvan.
Hetta var ein onnur tíð. Og ein tíð har tað kanska ikki var vanligt at tosa um tað, ið ikki var lætt. Tað hevur helst heldur ikki verið lætt hjá tygum og Edvardi, tá Jógvan sum pinkubarn fekk meningitis og fekk varandi mein.
Tað má hava verið ógvuliga hart fyri tykkara familju.
Ei heldur, tá Edvard fekk heilabløðing í 1985, og gjørdist avlamin. Tygum tóku tær av honum og hevði hann heima til hann andaðist fýra ár seinni.
***
Tað ber illa til at nevna tygum, Jóna, uttan ikki eisini at nevna systur tygara Miu. Tygum og Edvard tóku Miu, sum ikki kundi búgva einsamøll, til tykkara, líka til hon flutti á ellisheim í 2008. Tá høvdu tit búð saman í nærum 60 ár.
Eg haldi, at eg tori at siga, at nakað ið eyðkennir tygum er tol, kærleiki og umsorgan fyri øðrum. Tí tað tykist vera nakað, ið hevur havt týdning, og eisini nakað, ið hevur myndað tygara lív.
Tað lá tí helst eisini í kortunum, at arbeiðslívið skuldi vera nakað, ið helst er fallið heilt natúrligt.
Tí mitt í 70-unum fóru tygum at arbeiða sum heimahjálp í heimbygdini saman við systrini Ingrid, og seinni systurdøtrunum Bodil og Edith.
Heimahjálpaskeiðið uppá pláss á fyrsta liðnum, ið var.
Tit gjørdu eitt megnar arbeiði, tá tit gingu millum húsini og gjørdu alt tað vanliga húsliga arbeiðið, vaskaðu, gjørdu mat, meðan tit eisini røktaðu.
***
##med3##
Góða Jona.
Tygum hava altíð verið familjukær og havt nógv fólk rundanum. Tað er einki øðrvísi við tí í dag. Tygum hava tikið fólk inn í hjartað og eisini fingið kærleika aftur.
Tygum eru so heppin at hava fingið fleiri ommu- og langommubørn.
Hjartaliga til lukku við mammu, ommu og langommu tykkara.
***
Í dag hittast vit ikki á einum ellisheimi, men her í hølunum hjá Námi. Tí tygum búgva ikki á ellisheimi, men hjá dóttrini Kirstin í Blómubrekku í Havn. Her fáa tygum heimahjálp og er annars heima einsamøll um dagarnar, tá arbeiðsdagur er. Tað er ikki nakað, ein kann taka fyri givið, tá ein hevur livað í 100 ár.
Her fáa tygum dagarnar at ganga við m.a. stokkunum í hondini, og tað er ikki langtsíðan – bara fimm ár – síðani tygum fingu heiðursbræv frá Reyða krossi fyri tað stóra arbeiðið, tygum hava gjørt við at binda óteljandi troyggjur, húgvur, bulaldar og hosur.
***
Við hesum orðum vil eg enda hesa heilsan frá Tórshavnar kommunu.
Takk fyri, at eg kundu hátíðarhalda henda stóra dagin og hesa løtuna saman við tygum og tykkum øllum, og enn einaferð hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum.
Tygum og tygara ynskist alt tað besta í tíðini, sum kemur.
##med4##
Takk fyri!