Gev kommununum heimild at byggja íbúðir

Fólkavøksturin er áhaldandi í Føroyum. Bara tey seinastu 10 árini er fólkatalið vaksið við 13 prosentum. Í hesum tíðarskeiðnum er Eysturoyggin vaksin við uml. 2000 fólkum og høvuðsstaðurin við uml. 3000 fólkum.

 

Í tey tíggju árini Bústaðir hava verið til, hava tey bygt 380 íbúðir og í 2021 vóru 146 í gerð. Uml. 60 prosent av hesum íbúðum liggja í høvuðsstaðnum. Einans fimm íbúðir eru bygdar í Fuglafjarða- og Eysturkommunu og enn hevur ongin privat byggifyritøka bygt íbúðir í økinum. Og í 2021 var heldur ongin íbúð hjá Bústøðum í gerð í Eysturoynni.

 

Hetta má broytast. Bústaðartrotið er stórt í Eysturoynni, serliga á Skálafjørðinum og í Fuglafjarðar- og Eystur kommunu. Kommunufelagið gjørdi eina kanning fyri nøkrum árum síðani, har hugt var eftir hvussu nógv hús stóðu tóm runt um í Føroyum. Miðal fyri landið lá áleið á 20 prosent, ímeðan Skálafjørðurin lá undir 10 prosent og Fuglafjarðar- og Eystur kommuna undir 5 prosent

 

Eysturoyggin hevur eisini lægsta arbeiðsloysi í landinum. Við einum arbeiðsloysi á 0,3 prosentum er væntandi at fleiri flyta til. Men hvar skulu tey búgva?

 

Kommunurnar í økinum síggja bústaðarneyðina. Fólk flyta til økið gjøgnum fast track skipanina, men ongin bústaður er til tey. Ungar familjur royna at seta búgv, men trupult er at fáa lán at byggja fyri og tey fáu húsini, sum fara til sølu, fara fyri okursprís.

 

Tí vil Tjóðveldi arbeiða fyri:

 

  • at geva kommunum heimild at byggja íbúðir
  • at  fáa Bústaðir aftur á rætt kjøl og byggja bíligar bústaðir kring alt landið
  • at tað skal bera til at byggja hús á bygd – eisini har peningastovnarnir ikki halda tað loysir seg

 

 

 

X við Gudny Vang

 

X við Tjóðveldi