Tað var framúr finaluróður, tá ið Geytin úr Eysturkommunu og Sævarmoy úr Klaksvík kappaðust um ólavsøkusigurin og FM heitið í fínum líkindum á Havnarvág.
Geytin vann, og tað ber við sær, at nýggja róðrarfelagið í Eysturkommunu hevur vunnið fyrsta FM heitið.
Starturin hjá Geytanum var ikki so góður, og eftir startspurtin var Sævarmoy meiri enn skutin undan Geytanum, sum síðani smátt um smátt fótaði sær og av álvara bjóðaði klaksvíksdreingjum av.
Fram ímóti málinum var tað stavn um stavn. Geytin tók Sævarmoy, sum so svaraði aftur fekk stavnin undan aftur, men so svaraði Geytin aftur og vann tepran sigur.
##med2##