Góður annar dagur í svimjikapping

Tað skrivar svimjing.com

 

Annað finalukvøld var øgiligt, nú á FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2024. Fimm føroysk met og 2 føroysk juniormet, harav Bartal Eidesgaard átti trý met og HS tvey í somu kapping. Hartil svam Líggjas Joensen eina tíð afturat undir HM-kravtíð.

 

Føroysk met og juniormet í kvøld

 

  • Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) 53.67 og nýtt føroyskt met og juniormet í 100 firvald
    – Magnus Jákupsson átti metini á 54.66 frá Thisted í 2011
  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) 1:10.57 og nýtt føroyskt met og juniormet í 100 bringu
    – Lea átti sjálv metini á 1:11.47 frá Atlantic Open í mars 2023
  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 1:02.02 og nýtt føroyskt met í 100 bringu
    – Bartal átti sjálvur metið á 1:02.19 frá NM í Tartu í desember 2023
  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 22.83 og nýtt føroyskt met í 50 frí, sum fyrsti í 4×50 frí
    – Rókur Trygvason átti metið á 22.94 frá Ægir-stevnu í februar 2020
  • HS menn (2003, HS) 1:34.25 og nýtt føroyskt met í 4×50 frí
    – Teir sum svumu fyri HS nú, vóru Bartal Eidesgaard (22.83), Jóni J. Strøm (23.76), Áki Eliassen (24.39) og Isak Brisenfeldt (23.27)
    – SuSvim átti metið á 1:34.96 frá FM í 2014

 

HM-kravtíð

 

  • Líggjas Joensen (2008, Ægir) 3:48.74 í 400 frí
    – HM-kravtíðin er 3:50.29
  • ##med2##
    ##med3##
    ##med4##
    ##med5##
    ##med6##
    ##med7##
    ##med8##