Samgongan í Klaksvík hevur nú 7 býráðslimir

Fólkaflokkurin varðveitir sínar 5 býráðslimir í Klaksvík

Sambandsflokkurin hevur gjørt besta valið í Klaksvík í mong ár. Saman við fólkafloksumboðum hevur samgongan nú sjey av 11 býráðslimum

Sambandsflokkurin, sum hevur havt borgarstjóran seinasta valskeiðið í Klaksvík hevur vunnið ein sess afturat í Klaksvíkar býráð, um ikki tað er fyrstu ferð í søguni, og er tað í øllum førum fyrstu ferð í mong ár, at Sambandsflokkurin hevur klárað seg so væl á einum býráðsvali í Klaksvík.

Aðrar broytingar eru, at Javnaðarflokkurin missir annan sessin, Tjóðveldi fær ein og hevur nú tveir, og at sjálvstýri eisini missir annan sessin.

 

Sambandsflokkurin hevur gjørt besta valið í Klaksvík í mong ár. Saman við fólkafloksumboðum hevur samgongan nú sjey av 11 býráðslimum