Gomul iPhone seld fyri 384.000 krónur

Ein fyrsta ættarliðs iPhone, sum ikki var pakkað upp, var fríggjadagin seld á uppboðssølu fyri fleiri hundraðtúsund krónur

 

Apple stovnarin Steve Jobs, sáli, vísir fram fyrstu iPhone í 2007. - Foto: Paul Sakuma/Ritzau Scanpix

Nú er tíðin at rudda goymslurnar, tí um tú hevur eina fyrsta ættarlið av iPhone hjá Apple, kunnu pengar vera at vinna.

Ein iPhone av fyrsta ættarliði hjá Apple við 8 gb, sum enn ikki var pakkað úr plastikkinum, varð fríggjadagin seld á uppboðssølu á netinum fyri 384.000 krónur.

Tað var hjá uppboðssøluhúsinum RRAuction, sum heldur til í Boston í USA.

Í februar var ein iPhone av sama sniði seld fyri 440.000 krónur.

Sambært Apple tíðindamiðlinum »MacRumors« kunnu eisini pengar verða at vinna, um tú hevur gamlar Macintosh-teldur liggjandi á loftinum.

Tann fyrsta iPhone kom í 2007, og sniðið við 8gb kostaði 3.800 krónur á amerikanska marknaðinum.

Í dag kostar bíligiast sniðið av iPhone 14 við 128 gb umleið 6.800 krónur.

/ritzau/

 

 

 

Apple stovnarin Steve Jobs, sáli, vísir fram fyrstu iPhone í 2007. - Foto: Paul Sakuma/Ritzau Scanpix