Tað er stór kapping í FM stríðnum í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum 14 – 16 ára gamlir. Í dag vann Geytin úr Eysturkommunu, meðan Sævarmoy úr Klaksvík var næstfremst. Hetta ber við sær, at tað undan tveimum teimum seinastu kappingunum bara er eitt stig á muni millum hesar báðar bátarnar, ið eru teir fremstu og einastu, sum av álvara eru við í FM kappingini.
Sævarmoy hevur 33 stig, og Geytin hevur 32 stig.
Geytin legði øgiliga bragdliga fyri, meðan teir úr Klaksvík ikki vóru so sjónskir beinanvegin, tá ið teir mistu tað mesta av einari hálvari bátslongd.
Báran og Títlingur vóru eisini væl við, men tað var Sævarmoy, sum setti eftir Geytanum. Tá ið tað varð farið undir endaspurtin, sá tað út til, at Sævarmoy fór at taka Geytan, men so svaraðu teir úr Leirvík og Gøtunum av álvara aftur, og tá ið bátarnir fóru um málið, var fjarstøðan ein skutur ella so.
Báran vann kappingina um triðja plássið ímóti Títlingi.
##med2##