Gransking krevur samtykki

Fólkaheilsustýrið boðar frá at í vikuni kom fram í donskum miðlum, at blóðroyndir hjá borgarum í Danmark hava verið brúktar til eitt nú gransking, uttan at borgarin er varugur við hetta

Í Føroyum eru vit tryggjað, at blóðroyndir, vit lata heilsuverkinum ella í sambandi við luttøku í gransking, ikki verða brúktar til annað enn tað, sum tú hevur givið loyvi til.

 

 Í Danmark hava tey eina skipan, har borgarin skal strika seg úr sonevnda Vævsanvendelsesregistret, um hann vil hava, at blóðroyndir, sum eru latnar heilsuverkinum, ikki skulu brúkast til gransking.

 

Í Føroyum er samtykkið tryggjað í lóg, og mannagongdin er, at fólk altíð skulu lata samtykki, um blóðroyndir ella annar vevnaður skulu brúkast til gransking. Tað merkir, at um tú letur eina blóðroynd í sambandi við kanning ella viðgerð í heilsuverkinum, so kann blóðroyndin bert brúkast til gransking, um tú hevur játtað.

 

Letur tú eina blóðroynd í sambandi við luttøku í gransking, kann hon bert verða brúkt til tað ítøkiliga endamálið, sum tú hevur fingið upplýst, tá tú játtaði at luttaka. Skal blóðroyndin brúkast til annað, krevst nýtt samtykki frá tær, og kravið er, at tú fært upplýst nágreiniliga, hvat tín roynd verður brúkt til. Hetta verður rópt kunnað samtykki.

 

Kunnað samtykki í sambandi við luttøku í heilsuvísindaligum granskingarverkætlanum er ásett í kap. 3 í lóg um vísindasiðsemisnevnd.