Gudni elskar jólatónleikin

- Hetta er tíðin, tá vit hugna okkum, njóta friðin og løturnar saman við okkara nærmastu, sigur Gudni Olsen

 

Hvar heldur tú jól?

- Jólaaftan eru vit hjá dóttrini, Dianu og Bjarta í Kvívík, og jóladag verða maðurin og eg heima. Tá taka vit okkum av løttum, ganga í pyjamas allan dagin og njóta friðin.

Tað sigur Gudni Olsen.

Hvat eta tit á jólum?

- Jólaaftan eta vit dunnu í Kvívík og 2. jóladag, tá vit fáa tey nærmastu á vitjan, fara vit at hava kalt borð – við heitum og køldum rættum.

Brosandi sigur hon, at jóladag, tá tey fara at ganga í pyjamas, fara tey bara at eta okkurt lætt.

Keypir tú jólagávur? 

- Ja, eg keypi tær allar flestu, og vit hava umleið 25 jólagávur at keypa.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Hetta er tíðin, tá vit hugna okkum, njóta friðin og løturnar saman við okkara nærmastu. Hetta er eisini tíðin, tá eg lurti eftir jólatónleiki, sum eg elski.

Hevur tú eitt jólaynski? 

- Ja, mítt jólaynski er, at vit øll fáa eini góð og friðsæl jól, sigur Gudni Olsen.

 

Lesið eisini um Fríðu Slyne, sum misti pápan fyrr í ár -

 

https://www.in.fo/news-detail/boernini-skulu-hava-tad-gott-a-jolum