Gullroykur bíðar út fyri Gøtuvík

Um NSÍ ikki megnar tað, sum teir í Runavík týskvøldið megnaðu ímóti HB, ber tað næstan ikki til at ímynda sær annað, enn at Víkingur verður meistari

Klokkan 17 verður grannauppgerð í Sarpugerði. NSÍ fyrireikar seg at fara inn um Gøtueið, og støðan er soleiðis, at um Víkingur í dag vinnur fulla úrtøku, so verður FM heitið á stokkinum í Sarpugerði.

 

At Víkingur týskvøldið vann 4-1 í Gundadali, meðan HB tapti 3-2 í Runavík ber við sær, at tað eru seks stig frá toppliðnum og aftur til HB, sum er trý stig frammanfyri KÍ. Klaksvíkingar eiga útsettan dyst í Sarpugerði ímóti Víkingi. Hann er ásettur at vera mikudagin 25.  september.

 

Víkingur hevur vunnið 18 og tapt ein dyst í landskappingini. Nú hevur Víkingur seks stig at geva av (og kanska fleiri um tað eydnast at vinna ella spæla javnt ímóti KÍ), og málmunurin hjá Víkingi er +50, meðan hann hjá HB er +27 og +22 hjá KÍ. Tað vil siga, at víkingarnir missa ikki oddasessin, hóast teir tapa ímóti KÍ og í næstsíðsta umfari ímóti HB.

 

Umframt ímóti NSÍ á heimavølli í dag eru dystirnir hjá Víkingi fram ímóti kappingarenda B68 (ú), EB/Streymur (h), KÍ (h), Skála (ú), ÍF (h), HB (ú) og 07 Vestur (h). Nú tey í Eysturkommunu eru liðug at fagna og fegnast um nýggja Finn Fríða, so kann tað heilt væl vera, at næsti stóri fagnaðurin í kommununi verður leygardagin 26. oktober, tá ið 07 Vestur verður gestur í Sarpugerði, og gullkrónur og FM steyp eftir øllum at døma fara at verða handað Víkingi.

 

Spurningurin er, hvørjari útgávu NSÍ í dag verður í. Týskvøldið vann NSÍ 3-2 á heimavølli ímóti HB. Tá var av álvara talan um uppreisn sammett við síðsta dystin á útivølli, tá ið NSÍ tapti 3-0í Sørvági.

 

NSÍ er á fjórða plássi, sum við kappingarlok kann bera europeiskt pláss við sær.

 

Hjá Víkingi er miðverjin Arnbjørn Svensson tøkur aftur eftir leikbann. Tá ið næstbesta liðið hjá Víkingi í gjárkvøldið var í Vági, har úrslitið var 1-1, var Martin Klein Joensen tann einasti á vøllinum av teimum, sum plaga at vera á listanum hjá besta liðnum.

 

Ímóti HB var Búi Egilsson millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ. Hann sá gula kortið og er leikbannaður í dag.

 

Víkingur – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00.