Gunnar er fremst og Jóan Símun er aftast

Gongdirnar eru ógvuliga ymiskar hjá Víkingi Reykjavík og KA

Bæði føroyingaliðini vóru í leiki í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í dag. 

 

Jóan Símun Edmundsson fekk seinasta hálva tíman á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í KA á heimavølli taptu 0-1 fyri Breiðablik á Greifavøllinum. 

 

Breiðablik skoraði sigursmálið longu í trettanda minuttinum. Sambært Morgunblaðnum hevði Jóan Símun ein góðan málmøguleika, men hann sendi bóltin uppum málið. 

 

KA er aftast í deildini við fýra stigum fyri seks dystir. 

 

KA-Breiðablik 0-1 (0-1)

0-1 Aron Bjarnason ('13)

 

Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík á heimavølli vunnu 3-1 á FH. Sambært íslendskum miðlum vóru verjumistøku, og harímillum eitt sjálvmál atvoldin til 3-1 sigurin hjá Víkingi.

 

Víkingur, Vestri og Breiðablik hava 13 stig í oddinum. Víkingur hevur besta málmunin, og tí eru Gunnar og liðfelagarnir oddalið.

 

Víkingur Reykjavík-FH 3-1

1-0 Sveinn Gísli Þorkelsson ('20)

1-1 Böðvar Böðvarsson ('32)

2-1 sjálvmál ('36)

3-1 Daníel Hafsteinsson ('67)

 

Komandi sunnudag klokkan 15 spælir KA dyst á útivølli móti ÍBV. Sama kvøld klokkan 20.15 tekur Stjarnan móti Víkingi Reykjavík.