Håkan Ericson: Vælkomin til íshokki

A-Landsliðið: Landsliðsvenjarin hevði hug at skemta við kalda veðrinum í Føroyum

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, byrjaði tíðindafundin á Tórsvølli í dag við í skemti at ynskja øllum vælkomin til landsliðsúttøkuna í íshokki. Hóast nógvan kava og kulda, so var nógv fólk komið til landsliðsúttøkuna.

 

Hann greiddi millum annað frá, hví spælarar sum Gunnar Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson, Jóannes Bjartalíð og Jóan Símun Edmundsson ikki eru við hesaferð.

 

- Gunnar Nielsen umhugsar í løtuni støðuna sum fótbóltsspælari og er ikki við. Sonni Ragnar hevur havt ein misjavnan uppstart við skaðum. Hallur Hansson og Brandur Hendriksson eru langtíðarskaddir, Jóannes Bjartalíð fekk ein skaða og Jóan Símun Edmundsson hevur ikki spælt síðani sigurin á Turkalandi í fjør, sigur Håkan Ericson.

 

Hann legði afturat, at Moldova var ein torfør uppgáva seinast og verður einki øðrvísi hesaferð.

 

- Hetta eru tveir torførir dystir. Moldvoa er kropsliga væl fyri, sum vit sóu seinast við møttu teimum í Moldova. Norðurmakedónia er ein teknsikt gott fótbóltslið, sum í mun til Moldova ikki er eins kropsliga sterkt, sigur landsliðsvenjarin.

 

Føroyar spæl á útivølli móti Moldova 24. mars og Norðurmakedónia 27. mars.

 

##ms##

 

Hópurin:

 

Teitur M. Gestsson, HB

 

Mattias H. Lamhauge, B36

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

 

Gilli Rólantsson

 

Hanus Sørensen, HB

 

Viljormur Davidsen, HB

 

Daniel Johansen, FC Fredericia

 

Odmar Færø, KÍ

 

Heini Vatnsdal, KÍ

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

 

Andrias Edmundsson, Águilas FC

 

Jákup B. Andreasen, KÍ

 

Noah Hans Mneney, Bryne

 

Meinhard E. Olsen, Mjøndalen

 

Mads B. Mikkelsen, KÍ

 

Ári M. Jónsson, HB

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers

 

René Shaki Joensen, KÍ

 

Klæmint A. Olsen, Breiðablik

 

Patrik Johannesen, Breiðablik

 

Páll A. Klettskarð, KÍ

 

Pætur Petersen, KA Akureyri