Hákun er ársins ÍtróttaNAVNIÐ 2022

Hákun West av Teigum er í kvøld valdur til ársins ÍtróttaNAVNIÐ 2022

Mynd: (Álvur Haraldsen) Hákun West av Teigum er burturstaddur, so tað var mamman, Hallbera West, ið tók ímóti

Hákun West av Teigum er í kvøld valdur til ársins ÍtróttaNAVNIÐ 2022 á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Norðurlandahúsinum í kvøld.

 

Norðurlendski meistarin í gongulagsríðing Knút Lützen, hondbóltsúrmælingurin Hákun West av Teigum og krúststerka Kvinnuliðið hjá H71, vóru innstillaði til heiðurin ÍtróttaNAVNIÐ 2022.

 

Um Hákun verður sagt:

 

Hákun West av Teigum slóð í 2022 av álvara sítt navn fast í altjóða topphondbólti. Kappingarárið 2021/22 fekk Hákun sítt gjøgnumbrot í fremstu deildini í Danmark við liði sínum, Skanderborg, har Hákun er yrkisleikari. Leikluturin hjá Hákuni er blivin alsamt størri og hann er nú greitt fyrstaval á høgra vongi.

 

Í januar mánaði var Hákun við 16 málum toppskjútti, tá ið føroyska A-landsliði hjá monnum á heimavølli á Hálsi spældi seg víðari úr bólkaspælinum í undankappingini til HM2023. Í summar var Hákun við U02-landsliðnum í M20 EURO (EM-endaspælið) í Porto í Portugal ogHákun var við sínum 39 málum í seks dystum greiður toppskjútti á føroyska liðnum. Føroyar vunnu fýra dystir, m.a. móti Danmark og Noregi.

 

Í november rakk Hákun enn einum tindi, tá ið tað var kunngjørt, at hann hevur gjørt trý ára sáttmála við oddaliðið í týsku Bundesliguni, Füchse Berlin, har hann skal avloysa danska landsliðsspælaran, Hans Lindberg, ið telist millum bestu høgru vengur nakrantíð yvirhøvur.

 

Í desember kunngjørdi stóra altjóða hondbóltssíðan, Handball-Planet.com, at lesarar hennara høvdu valt Hákun West av Teigum til besta høgra vong í heiminum undir 23 ára aldur.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Hákun West av Teigum er burturstaddur, so tað var mamman, Hallbera West, ið tók ímóti