Hákun og liðfelagarnir máttu lúta fyri GOG

Hákun West av Teigum skoraði fimm mál móti toppliðnum

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus leiktu í dag útidyst móti toppliðnum, GOG í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Skanderborg Århus mátti lúta 34-39. Í steðginum var GOG á odda 22-18.

 

Hákun gjørdist við fimm málum triðbesti málskjúttin hjá Skanderborg Århus í dag.

 

Skanderborg Århus er nummar seks í deildini við 28 stigum.

 

Týsdagin klokkan 17.45 tekur Skanderborg Århus móti spanska liðnum, Granollers í seinnu EHF European League áttandapartsfinaluni. Skanderborg Århus vann fyrru áttandapartsfinaluna í Spania 34-32, og hevur tí ein góðan møguleika at vinna seg í fjórðingsfinalurnar.