Hákun og liðfelagarnir ruku úr týsku steypakappingini

Leingi var Füchse Berlin á odda móti Rhein-Neckar Löwen, men tað endaði við tapi

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld áttandapartsfinalu í týsku steypakappingini móti Rhein-Neckar Löwen á útivølli.

 

Leingi vóru Hákun og liðfelagarnir á odda. Teir vóru á odda 16-12 í steðginum, og eitt skiftið vóru teir á odda 20-16, men teir mistu leiðsluna úr hondum, og endin var, at Rhein-Neckar Löwen vann tepurt 30-29. 

 

Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.

 

Hákun og liðfelagarnir kunnu nú hugsavna seg um bundesliguna og Champions League.