Beint eftir at valúrslitið var klárt í høllini á Hálsi í Havn um midnáttarleitið fóru samráðingar í gongd um at skipa nýggjan meiriuta í Tórshavnar býrá. Sitandi meiriluta við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum hevur bara fýra sessir í býráðnum, og sjey skulu til fyri at skipa ein meirluta. Javnaðarflokkurin misti tríggjar sessir, og soleiðis hvar meirilutin, sum var, sum døgg fyri sól.
Tað var týðuligur fjáltur á fólk í høllini á Hálsi, tá valúrslitið nærkaðist, og fleiri sóust tutla í krókunum. Men endin var, at umboðini fyri Tjóðveldi og Javnaðarflokkin fóru saman at samráðast onkustaðni í býnum.
Sum skilst er eitt semjuskal undirskrivað, sum sigur, at Elsa Berg úr Tjóðveldi skal vera borgarstjóri, og at Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum verður varaborgarstjóri.
Samráðingarnar millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin eru tiknar uppafturí morgun.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##