Rói Ellefsen og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld dyst móti Hallby á útivølli móti Ystad í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Tað gekk einki serligt hjá Hallby. Ystad vann greiðan 36-26 sigur. Í steðginum var Ystad á odda 19-10.
Tað gekk illa í hond hjá Róa at fáa bóltin í netið hjá Ystad. Hoyvíkingurin skoraði bara eitt mál upp á átta málroyndir, og hann var sambært hagtølunum tann minst effektivi leikarin hjá Hallby. Tað bleiv tó til eitt upplegg til mál (assist).
Hallby hevur eitt stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini.
Komandi mikukvøld klokkan 18 spælir Hallby á útivølli móti OV Helsingborg.