Hálvdan hevur skiparakstur í blóðinum

Í dag er Hálvdan Gudmundsen í Sandavági reiðari á trimum skipum, tveimum frystilínuskipum, Eivindi og Mars, og djúpvatnstrolaranum, Rankanum

 

Hálvdan Gudmundsen í Sandavági hevur skiparakstur í blóðinum, og tað er ikki av ongum, at frystilínuskipið Eivind, sum hann er reiðari á, júst kallast Eivind.

 

Eivind Gudmundsen, sáli, var pápin, og hann fekst í sínari tíð eisini við skiparakstur. Sum 86 ára gamal var Eivind sín seinasta túr við uppsjóvarskipinum, Finni Fríða.

 

Á brúnni á Finni Fríða hendan túrin í 2006, tá teir komu aftur av túri, var 26 ára gamli, Bogi Jacobsen, skipari og 86 ára gamli, Eivind Gudmundsen, var elsti dekkari.

 

Sagt við øðrum orðum vóru 60 ár millum blaðunga skiparan og elsta dekkaran.

 

Í dag er Hálvdan Gudmundsen reiðari á trimum skipum, tveimum frystilínuskipum, Eivindi og Mars, og djúpvatnstrolaranum, Rankanum.

 

Haraftrat eigur reiðaríið lemmatrolaran og djúpvatnstrolaran, Rankan, sum varð keyptur í desember 2023. Rakin hevur fiskirættindini hjá Vesturtúgvu.

 

Rankin fiskar eitt nú svartkalva, blálongu og tosk í føroyskum og bretskum sjógvi. Skipið landaði í gjár, og árið í ár hevur higartil roynst hampiliga væl.

 

Frystilínuskipið, Eivind, fiskar í løtuni í íslendskum sjógvi, har skipið eigur 651 tons í rundari vekt.

 

Veðrið í Íslandi hevur verið óstøðugt í seinastuni, men tá roynandi er, fæst fiskur.

 

Frystilínuskipið Mars, fyrrverandi Stapin, sum hevur havt fleiri onnur nøvn, er seinasta skipið, ið Hálvdan Gudmundsen og hansara fólk hava keypt. 

 

Mars hevur fiskirættindi í føroyskum sjógvi og sleppur eisini onkran túr í bretskan sjógv og altjóða sjógv.

 

Hálvdan Gudmundsen sigur, at hóast Eivind hevur rímiliga góð fiskirættindi, er ætlanin ikki at flyta nøkur av hesum rættindum yviri á Mars.

 

- Mars liggur í løtuni í Havn, men fer væntandi út nú um vikuskiftið. Tá verður farið undir Føroyar at royna, sigur reiðarin.

 

Hann leggur aftrat, at bæði Eivind og Mars hava blandaða manning, og her eru bæði føroyingar og útlendingar við skipunum.

 

Mars er bygdur á Karstensens Skipasmiðjuni í Skagen í 1988.

 

##med2##

 

 

 

Sum 86 ára gamal var Eivind sín seinasta túr við Finni Fríða. Her er Bogi Jacobsen 26 ár