Almenna hátíðarhaldið verður í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya á Vestaru Bryggju í Havn, og tað varir í góðan tíma frá klokkan 09:00 - 10:00.
Martin Tvede Zachariasen, rektari, og Magni Mohr, dekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, fara eisini at siga nøkur orð.
Høvi verður hjá fjølmiðlum at seta spurningar.
Øll eru vælkomin.
Tað var í mars mánaði, at tíðindini bórust um, at tær tríggjar, sum eru lektarar á Setrinum, høvdu vunnið milliónaheiður frá Novo Nordisk Grunninum. Talan er um hálvaaðru millión krónur, sum tær fáa fyri stóra menningararbeiðið, sum tær hava gjørt til frama fyri fakliga umhvørvið, tá talan er um heilsuvísindi í Føroyum. Persónliga fáa tær 25.000 krónur í part, og restin av stóru upphæddini fer til Fróðskaparsetur Føroya at víðarimenna undirvísingina í heilsuvísindum.
Lesið meira her.