Nú fríggjakvøldið hin 9. mai klokkan 20 verður væl vitjaða føroysk quizzin aftur á breddanum á Vesterbrogade 17 í Keypmannahavn.
Klokkan 23 verður dansur við bólkinum VELOUR.
Limirnir eru Jónas Gaard - sang og gittar, Aksel Remmel - sang og klaver, Bárður Petersen - sang og bass, Tórður Dam Jacobsen - sang og trummur og Robert Bjarason á elgittara.
VELOUR undirheldur við tónleiki frá 60'unum og fram til 2025.
Á plakatini stendur at lesa: Teir ætla at gera Føroyahúsið til Skarv eina nátt.
Pubquizzin er ókeypis og dansurin kostar 90 krónur.
##med2##
ESJ