Hann harmast um sending í Kringvarpinum

Vit kunnu ikki annað enn vera stolt av heimastýrislógini, men sendingingin í Kringvarpinum speglar ikki veruleikan

Sendirøðin, , O, móðurlandið, í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, er fallin mongum sambandsfólki fyri bróstið.

 

Og hon er eisini fallin Bárði á Steig Nielsen, formanni sambandsfloksins, fyri bróstið.

 

Heimastýrislógin bleiv sett í gildið 1. apríl 1948, og fyllir sostatt 75 ár um eina viku.

 

Og á landsfundi hjá Sambandsflokkinum í morgun, staðfesti floksformaðurin, at sambandsfólk kunnu ikki annað enn verða stolt av hesi skipan.

 

Hann sigur, at heimastýrislógin hevur verið ein viðspælari til at menna Føroyum til eitt av heimsins bestu samfeløgum at liva og virkað í.

 

Vit vita eisini at fleiri lond øvunda okkum hesa skipan, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

Hann segði, at tí harmar tað hann, at sendingini O, móðurlandið,  ikki er í samsvari við henda veruleika.

 

– Evnið er loysing og nationalisma, og niðurstøðan er, at vit eru komin ov stutt, aftur ímóti øðrum londum, og vit bert eru av spegling av donsku fortíðar imperialismuni, sigur formaður Sambandsfloksins.

 

Hann sifur, a hetta kann ikki verða longri vekk frá veruleikanum.

 

– Vit eru eitt av heimsins ríkastu og mest framkomnu londum. At pástanda nakað annað er beinleiðis skeivt, sigur hann.

 

Og hann leggur dent á, at øll hendan menningin er hend innan karmanir av heimastýrislógini.  

 

– Tá tað er sagt, er av týdningi at staðfesta at heimastýrisskipanin ikki er ein statisk skipan, men at hon sjálvandi leggur upp til eina áhaldandi menning, soleiðis at rammurnar verða tíðarhóskandi og spegla tann veruleika og tað tíð vit liva í, sigur Bárður á Steig Nielsen.