Tann 16. mars 2025 var lagnutungur dagur. Maður í bestu árum látin.
Og tað merktist, at hetta rørdi alt og øll. Í heimbygdini Vági fóru øll fløgg á hálva stong, og neyvan sást menniskja á gøtunum henda dagin.
Stilli!
Bæði so og so. Fløggini hingu hugtung niður við flaggstongunum, sum vildu tey drýpa høvur í sorg, eins og hvørt mansbarn í bygdini.
Kenslan er tóm, og orð eru svár at finna. Tey røttu finnast neyvan! Fari tó við hesum at minnast vinmannin, ið av sonnum var vinurin kæri, sum hann eisini so mangan sang um á pallinum. Hann var fittur, fevnandi og hjálpsamur, og hetta merkist eisini, nú ein heil bygd er skelkað, og fólk aðrastaðni í landinum eisini merkja missin og syrgja.
Eitt menniskja, ið rakk so so mong menniskju við sangi, gleði, og ikki minst við hjálpandi hond. Lagnuna kenna vit ikki, tíbetur, men burtur ert tú nú, eins og heystarleyv, ið følnar, hóast tú neyvan meira enn komin var til gáttina á lívsins heysti. Óskiljandi, er einasta orðið, ið mær kemur til hugs, men vit skilja ikki alt, og soleiðis er helst eisini best, um enn hetta kann tykjast tungt.
Spentir vóru vit báðir, nú eg hevði umsett tær nýggjasta sang tín til føroyskt, sum annars er á norskum, og sum tú í næstum ætlaði at syngja á føroyskum eisini. Men hann er góður á norskum, væl sungin, og hetta eiga vit eftir teg, tíbetur, umframt so mangar aðrar perlur.
Takk fyri løturnar á palli, í vinalag ella bara tá vit hittust.
Hvíl í friði, Hans Jacob, holli frændi.
Tøkk, nú lívsleið sundur støkk
Valla liðugur at liva
Hægst á lívsins tíndum var
Ongin var í iva
Tó ongin kennir forløg døpur
Tó at lívsljós vakurt brann
Mannasinn ei finnur svar
Nú bjarta ljós í myrkur svann
Tær Hans Jakke, her eg takki
sama ger jú mannfjøld stór
ljósa sinnið, blíða lyndið
Hjálpsemi, ið út um mark alt fór
Í heimbygd vart tú mondulin
Ið allur leikur snúði kring
Stórt og smátt, um ítrótt, tónleik
Tú saman bant so mangan samtaksring
Av at hjálpa aldrin móður; hjartagóður
Millum manna fittast var
Hava næstan hug til tín at leita
Eitt prát, og hjálp og troyst frá tær.
Men rødd tín tagnað, dagar dragna
Undan lagnu ongin fer
So er sagt, men ilt at skilja
svar ei kennir nakar her
Heiðurspláss í himni eigur
Hesum ivast fáur í
Vinur kæri, stórur varði
Stendur eftir teg í lívsins líð
Vinur kæri, nú stjørnufari
Náttarferð á himnahválvi
Hjartareinur, glógvar bjart
Altíð heilur har tú vart
Far við friði, frægi frændi
-væl teg goyma
-um teg droyma
-aldrin gloyma
Teg
Dagfinn Olsen