Válan í Vestmanna

Leygarkvøldið 26. apríl, verður vælumtókta tónleikatiltakið, Válan í Vestmanna

Sum siðvenja er, verða konsertir við fimm tónleikabólkum og einstaklingum, har tey spæla tvær konsertir hvør, so til ber at náa runt at lurta eftir øllum.

 

Aftur í ár er tað Bakkavegur, sum verður karmur um Válanina. Konsertirnar verða í kirkjuni, í Krambúðini, í Disvoy, í Silkienni og á Staðnum.

 

Tónleikaskráin verður fjølbroytt og góð, og hevur okkurt til øll oyru.

 

Skráin verður kunngjørd fyrstu vikuna í apríl og tá verða eisini atgongumerkini sett til sølu.