Háspenningurin er hjá fimmmannaførunum hjá dreingjum

Geytin kann vinna Eysturkommunu eitt søguligt FM-heitið í dag

Seinasti FM-róðurin, ólavsøkuróðurin er í dag.

Nógv tann størsti spenningurin er hjá fimmmannaførum hjá dreingjum 14-16 ár.

Har eru Geytin úr Eysturkommunu og Sævarmoy úr Klaksvík stavn um stavn á stigatalvuni við 39 stigum hvør. Tann av hesum báðum, ið verður fremri aftaná loknan róður á ólavsøku er FM-vinnari 2023.

Megnar Geytin at vinna FM hevði tað verið søguskriving við lít í einari kommunu, har fótbóltsfelagið Víkingur annars hevur verið stóra ítróttarliga ímyndin av Eysturkommunu undanfarnu árini.

Her sæst stigatalvan: