Hava endað samstarvið við venjararnar

Tey vilja hava venjarar, sum búgva í Føroyum

Nevndin í Flogbóltssamband Føroya hevur gjørt av, at gevast við samstarvinum við donsku høvuðsvenjararnar hjá ávikavist kvinnum og monnum. Talan er um Jens Bang, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum, U21 og U19 hjá monnum, hetta seinasta árið.  Talan er eisini um Lars Engell,  hevur verið høvuðsvenjari hjá somu liðum hjá kvinnum síðani 1919.

 

Orsøkin til at samstørvini enda er í høvuðsheitum, at Flogbóltssamabandið við hava, at venjararnir eru búsitandi í Føroyum. Hetta er meira praktiskt og er hartil eisini bíligari. Hetta er vorðið meira átrokandi eftir, at Flogbóltssambandið hevur gjørt eina avtalu við FIVB, sum er altjóða flogbótssamgongan, um at FIVB finnur ein ella fleiri serfrøðingar at hjálpa við at menna føroyska landsliðsarbeiðið. Talan er um tað tey kalla High Performance Managers, sum FIVB nú fer at stuðla FBF við.

 

Tí hevur tað eisini týdning, at tann serfrøðin, sum føroyskur flogbóltur fær burtur úr hesum, verður verðandi eftir í Føroyum - bæði hvat leikarum viðvíkur og hvat venjarum viðvíkur

 

FBF hevur gjørt eina avtalu við Boban Ilic, sum hevur verið búsitandi í Føroyum seinastu 22 árini, um at taka yvir sum høvuðsvenjari hjá monnum. Boban var áður hjálparvenjari hjá monnunum saman við Christian Imhoff. Christian Imhoff heldur fram sum hjálparvenjari hjá monnunum. 

 

Leitað verður nú eftir einum venjaratoymi til kvinnurnar, har Kristian Mikkelsen higartil hevur verið hjálparvenjari. Kristian fer í fyrstu syftu at átaka sær at hjálpa við teimum uppgávunum, sum liggja fyri framman, tá U17 og U19 liðini hjá kvinnum skulu luttaka í NEVZA kappingunum í ávikast Danmark og Finnlandi í oktobur mánaða.